Mong fokusera ov nógv uppá prísin, tá tey skulu velja koyrilærara. Men tað kann verða dýrt at keypa bíligt. Les her hvat tú skal umhugsa um áðrenn tú velur.
Dýrt at keypa bíligt
Tá ein skal ogna sær koyrikort er umráðandi at velja ein koyrilærara, sum lærur teg at koyra trygt – tað handlar ikki einans um at fáa kortið.
Sum við so nógvum øðrum....”øvelse gør mester”. Tað tekur nógv ár, at blíva ein góður og tryggur bilførari.
Tí skal tú sum nýggjur bilførari verða væl fyrireikaður undir útbúgvingini. Tað merkir t.d., at tú skal kenna tínar avmarkingar og vera serliga varin. Nýggir bilførarar standa fyri 1/3 av øllum vanlukkum.
Prísur og kvalitetur hanga ofra saman. Far tí ikki eftir prísinum eina. Prískappingin hevur tíverri sera svingandi kvalitet við sær, tað vil eisini hava við sær at møguleikin fyri at ikki at klára royndina er til staðar.
Tosa við koyrilærara
Tað er ein spurningur um álit at ogna sær eitt koyrikort. Tí skal tú tosa við koyrilæraran áðrenn tú byrjar. Virkar hann/hon skilagóður og álítandi?
Set teg inn í hvat prísurin umfatar
Tá tú fær ein prís. Set teg inn í, hvat prísurin fevnir um í mun til hvat tað krevst, fyri at tú kanst fara til koyriroynd
Gloym ikki! Tú kanst altíð skifta koyrilærara
Tú kanst vera óheppin og ikki vera eintur við frálæruna. So hevur tú møguleikan at skifta til ein annan koyrilærara. Tó kanst tú fáa trupulleikar við at fáa pengar aftur, um tú hevur tikið av einum tilboði.
>>>
Praktiskir upplýsingar
Av praktiskum grundum so er best at verða væl fyrireikaður!
Av royndum kann sigast, at teir næmingar sum ikki hava fingið niðanfyri skjøl í rættlag hava bíða langa tíð fyri at koma til ástøðisroydina.
Fyri at fáa koyrikort skulu fylgjandi skjøl lætast inn:











