Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekkakoyring, skal viðkomandi, hava fingið koyrifrálæru av nýggjum, RF - skeið (rúsdekka- og ferðsluskeið) og hava staðið eina eftiransandi koyriroynd.
Tilmelding kann fara fram á hesari heimasíðu ella við at ringja á tel. 73 74 75
Skeiðslýsing
Skeiðið verður boðið út av góðkendum koyrilærarum í samstarvi við Akstovuna, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av undirvísisingarætlanini.
Skeiðið er sett saman av 4 pørtum – undirvísignareindum, har hvør parturin er 2½ til longdar, býtt yvir 4 vikur, tilsamans 10 tímar
Møtiskylda
Skeiðsluttakarin skal hava skilt hesi viðurskifti og reglur:
- Undirvíst verður í bólkum, sum skulu fylgja alt skeiðið.
- Møtiskylda er til allar 4 frálærueindirnar.
- Um næmingurin ikki møtir til allar frálærueindirnar, skal hann byrja og gjalda av nýggjum.
- Næmingurin skal møta áðrenn undirvísingin byrjar, og skal vera virkin í undirvísingini.
- Næmingurin má ikki møta ávirkaður av nøkrum rúsandi ella doyvandi evnum.
- Skeiðsleiðarin hevur heimild at burturvísa næmingum, ið ikki halda møtiskylduna.
- Í serligum førum, t.d. um næmingurin við læknaváttan kann skjalprógva, at hann hevur verið sjúkur, er møguleiki fyri at kunna fullføra útbúgvingina á einum skeiði, sum byrjar seinni.
- Skeiðsluttakarin góðtekur ta møtiskyldu og reglur, sum eru galdandi fyri skeiðið, og er eisini greiðir yvir, at um hann ikki heldur hesar reglur, kann hann vera burturvístur.
- Skeiðsluttakarin váttar við síni undirskrift, at í mesta lagi 3 mánaðir eru eftir av frádømingartíðini. Henda avmarking er ikki galdandi fyri teir, sum á fyrsta sinni fáa sær koyrikort, í sambandi við koyriforboð ella persónar við treytaðari frádøming







