Frámerki til nýggjar bilførarar
skriva tann 01.09.10
Frámerki til nýggjar bilførarar
Skirva: Kristinbjørg Høgnesen
Havi júst tikið koyrikort til persónbil, og skal nú sjálv út í ferðsluna.
Tá tú koyrir skúlakoyring, hevur tú koyrilæraran undir liðini, ið kann reagera við bremsu og spitara, um tú ert við at koma í óføri. Bilurin er eisini merktur við skelti, ið sigur øðrum, at her er talan um skúlakoyring.
Les meiri...Siti og hugsi, um tað ikki hevði verið skilagott, at nýggir, óroyndir bilførarar kundu havt frámerki á bilinum, ið segði, at talan var um óroyndan bilførara. Hetta kundi t.d. verið eitt klisturmerki, ið var lætt at seta á og at taka av. Nýggi bilførarin kundi so havt loyvi at brúkt frámerki eitt avmarkað tíðarskeið, um hann hevði hug til tess. Tann, ið ikki hevði havt hug at brúkt frámerki kundi so bara latið vera við at sett tað á bilin.Eitt tílíkt merki kundi fyribyrgt vanlukkur, av tí at aðrir bilførarar høvdu verið serliga ansnir, tá teir sóu bil við hesum frámerki. (k.h)
Vaska bilin meðan tað regnar

Menn eru bangnir, tá kvinnur koyra bil
HERVERK
Vælkomin Her kanst tú taka koyrikort til persónbil, hýrivogn, eftiransandi, endurtøku og RF-skeið Eg trúgvi, at tað er av størsta týdningi fyri teg, at vit stremba eftir tí besta, tað vil siga at tá ið upplæringin er av, er hugburður, kunnleiki og kynstur so gott, at tú kann ferðast trygt í ferðsluni. Álítandi frálæra Her verður eingin skundaður ígjøgnum undirvísingina bert fyri tí fyri eyga at klára teoriroyndina skjótast gjørligt. Tað ræður um eina góða og álítandi frálæru. |
Koyriskúlin við einastandandi úrtslitum Føroya fremsti koyriskúli! Her klára øll tað Í roynd og veru klára flestu mínir næmingar teori -og koyriroyndina fyrstu ferð eftir eina holla undirvísing og tað eri eg ómetaliga stoltur av.
|
|||||
Bilurin Tú kemur at koyra í einum Grand Vitara fýrahjólstrekkjari - sum er ein avbera væl umtóktur bilur, ikki einans her í Føroyum men um allan heimin. Bilurin er í allar mátar sera væl útgjørdur t.d. við góðum ljóðanleggi, radio við 6-CD, hita í setrinum og hita speglinum, ferðpilotur, leðursetur og leðurróður. Førarasetrið og róðrið kann stillast upp og niður, haðan øll ljóðskipanin eisini kann stýrast. |











